Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
Vinna

Nótaskip: Seinastu 11 árini er makrelurin lætnaður í meðal 30 prosent. Tað skrivar norska blaðið Fiskeren.

Í 2002 var meðalvektin á makreli, sum varð landaður um uppboðssøluna í Noregi 513 gram, og í 2013 var meðalvektin 370 gram. Hetta er ein minking upp á 30 prosent. Makrelurin í teimum ymsu árgangunum er vorðin minni og rakari.

Í 1990-árunum var nógvur makrelur landaður, sum vigaði omanfyri 600 gram, men so at siga ongin av sonevnda G6 makrelinum verður fiskaður í dag.

Jens Kristian Holst, fyrrverandi havfrøðingur á norska Havrannsóknarstovninum, sigur, at hetta vísir, at tað er ein samanhangur millum, at stovnurin hevur verið nógv størri, enn fiskifrøðingar hava mett, at stór sveiggj eru í stovninum, og at hetta ávirkar støddina á fiskinum.

Ari Slotte stendur á odda fyri pelagisku granskingini hjá norska Havrannsóknarstovninum. Hann heldur ikki, at tað er nøkur grund til at stúra fyri, at vistfrøðiliga skipanin í Norðurhavinum er í ójavnvág. Hann heldur, at tey sveiggj, sum verða staðfest, eru púra vanlig í eini vistfrøðiligari skipan, sum henni í Norðurhavinum.

Hann sigur, at stovnskanningarnar sum londini gera í felag, vísa, at stovnarnir av uppisjóvarfiski í Norðurhavinum samanlagt eru á einum høgum stigi í løtuni.

Aril Slotte vísir aftur páhaldinum um, at vistfrøðiliga skipanin er komin í ójavnvág, tí ráðgevingin hjá ICES hevur verið skeiv. Jens Kristian Holst hevur millum annað víst á, at makrelkvotan átti at verið sett munandi hægri seinastu árini. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo