Vit kunnu kanska ikki broyta heimin her og nú. Men vit kunnu øll byrja at arbeiða við málinum í dag.
- Mark Zuckerberg

VP spyr

NAVN / NR.FO

Onnur tíðindi

Alzheimerfelagið hevði aðalfund 1. apríl eftir væleydnaðu ráðstevnuna á Hotel Føroyum.

Á aðalfundinum vóru tríggir nevndarlimir fyri vali og Halldis Joensen, fyrrverandi forkvinna í felagnum, hevði avgjørt ikki at stilla upp aftur. Í hennara stað var vald Marjun Restorff umframt Alexander Samuelsen og Ann-Mari Jensen, sum var afturvald. Anna Petra Winther og Karlon Winther eru eykalimir.

Nýggja nevndin hevur skipað seg við Maluni Mohr sum forkvinnu. Ann-Mari Jensen er næstforkvinna, Marjun Restorff, kassameistari, Elin N.W. Tausen, skrivari og Alexander Samuelsen, nevndarlimur.

Á myndini eru frá vinstru: Elin Tausen, Marjun Restorff, Malan Mohr, Ann-Mari Jensen og Alexander Samuelsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann