Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen
Onnur tíðindi

Aftur galið nú, hugsaði onkur, tá eitt skelti frá politinum møtti fólki sum skuldi gjøgnum ein av smølu tunlunum í Norðoyggjum.

Men onki álvarsligt er áfatt hesaferð, vissar vakthavandi á politistøðini um.

- Ein asfaltmaskina er á veg ígjøgnum tunnilin, hon osar illa og koyrir sera seint, so vit hava stongt tunnulin hesa løtuna, sigur vakthavandi. Hann ásannar í sama andadrátti, at maskinan kundi verið flutt seinni á kvøldi, tá ferðslan er minni.

Ampin av ótíðarhóskandi smølu tunlunum í Borðoynni er vaksin seinnu árini, samstundis sum tunga ferðslan er nógv økt og ymsir ótilætlaðir tilburðir hava verið, sum hava verið við til at loypt ekka á fólk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo