Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
local.fo

News in English

Framsýningar

Í døgunum 3. – 9. oktober 2019 sýna Ester Sivertsen og Helena Kjeld fram í Smiðjuni í Lítluvík.

Ester Sivertsen er 23 ára og úr Norðdepli. Í løtuni er hon í læru sum kokkur á Fútastovu, meðan Helena er 24 ár og ættað úr Fuglafirði. Hon lesur innan myndlist í Cambridge í Onglandi.

Tær mála báðar litfagrar myndir við støði í føroysku náttúruni og føroyskum eyðkennum. Tað føroyska er ein gjøgnumgangandi tema í øllum myndunum, sprottið úr føroysku søgunum, umhvørvinum og náttúruni.

Framsýningin er opin soleiðis:
Fríggjadag   4. okt. Kl. 12 - 21
Leygardag   5. okt. Kl. 12 - 21
Sunnudag   6. okt. kl. 14 - 20
Mánadag    7. okt. Kl. 16 - 20
Týsdag         8. okt. Kl. 16 - 20
Mikudag      9. okt. Kl. 16 - 20

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo