Fyrigev tínum fíggindum. Onki argar teir meiri
- Oscar Wilde
Framsýningar

«Nu couché (sur le côté gauche)» av Modigliani er dýrasti málningur nakrantíð seldur av Sotheby's í New York.

Kostnaðurin endaði á 157 milliónum dollarar undir undir auksjónini í gjár, sum svarar til 981 milliónir krónur.

– Tá ið fyrsta framsýningin var í 1917 førdu hesin málningurin og fleiri aðrir líknandi sensuellir málningar til at ferðslan steðgaði, og løgreglan mátti lata framsýningina aftur, skrivar Sotheby's sambært VG.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo