Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Í hesum døgum hava almennu fjølmiðlarnir verið umrøddir á Føroya Løgtingi. Tjak hevur verið um, hvørt útvarpið og sjónvarpið áttu at virkað hvør sær ella ikki. Samstundis hevur innihaldið og kostnaðurin av somu fjølmiðlum eisini verið nevndur.

Eg haldi, at málsligi parturin eisini átti at fingið sína neyðugu viðgerð, tí mangan er málsliga orðavalið eyðkent av ov stórum gáloysni, hóast flestu nýta góðan málburð. 

Takki Eyðuni á Borg fyri hansara málsligu viðmerkingar. Sjálvur havi eg hugsað um sumt av tí, sum hann viðmerkir í grein í fjølmiðlunum. Hann nevnir, at ein dagin talar útvarpsmaðurin um ”faklar” heldur enn at siga ”kyndlar”. Hetta legði eg eisini til merkis – og undrist, at útvarpsfólk ikki eru málsliga meiri umhugsin. At messa orðið Halleluja, sum var í eini lýsing hjá Vodafone, er misbrúk av hesum orði.

Ein dagin hoyrdi eg útvarpsmann siga, at tey vóru farin undir at ”evakuera” fólk úr Aleppo í Sýria, í staðin fyri at nýta orðið ”flyta” ella okkurt annað gott føroyskt orð.

Sonni Smith, sum sjálvur hevur arbeitt í útvarpinum, hevur eisini verið óførur at stuðla góðan málsligan førleika í útvarpinum.

Eg veit, at ofta er tíðartrot hjá útvarps- og sjónvarpsmanning, men latið ikki málsligt gáloysni eyðkenna okkara almennu fjølmiðlar, men góðan og sámuligan málburð, sum vit lurtarar og hyggjarar kunnu gleðast um.

Takk, at tit fara at gera tykkara besta.

Svenning av Lofti

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo