Tann verður glaður sjálvur, sum ger onnur glað
- Mark Twain
Útlendis ítróttur

Maria Dolores dos Santos Aveiro (60), mamma Cristiano Ronaldo (30), fortelur í nýggjum dokumentarfilmi at hon ætlaði ikki at stjørnubarnið skuldi føðast.

– Hann var eitt óynskt barn og eg ætlaði ikki at hann skuldi verða føddur. Men Gud vildi ikki at tað skuldi henda, og eg eri signað av tí. Gud revsaði meg ikki, sigur Aveiro í nýggja dokumentarfilminum «Ronaldo» sum var frumframsýndur í gjár.

Hon sigur eisini:

– Onkuntíð drillar Ronaldo meg og sigur: «Tú ynskti ikki at eg skuldi verða føddur. Men nú sært tú hvussu eg hjálpi tykkum øllum somlun». Og, well, onkuntíð flenna vit at tí.

«Ronaldo» lýsur lívið hjá einum av heimsins bestu og kendastu fótbóltsleikarum. Í hálvan annan tíma fylgja vit stjørnuni í luksuriøsa-heiminum, saman við soninum, á ferð til HM, til familjuhugna og í øðrum privatum sambondum. Hann tosar eisini um sambandið við pápan, sum doyði av livrasjúku, tá ið Ronaldo var 19 ár, skrivar VG.

Men Cristiano Ronaldo verður ikki akkurát uppfataður sum meira eyðmjúkur eftir hetta, skrivar The Guardians Daniel Taylor í eini viðmerking um filmin:

«Eitt løgi errinskapsprosjekt og tað er, enntá meira nú enn fyrr, torført ikki at sita við kensluni av, at Ronaldo heilt víst rópar sítt egna navn, meðan hann hevur sex».

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo