Tak bara teg sjálvan tignarliga og hátíðarliga - men gloym so ikki at flenna
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Býarrætturin í Herning hevur í vikuni dømt eina 36 ára gamla kvinnu í fýra ára fongsulsrevsing, tí hon í fleiri ár hevur tappað blóð frá soninum. Tað gjørdi hon, tí hon leið av sjáldsomu sjúkuni Münchhausen by proxy, ella tað fakfólk kalla medicinsk barnamishandling.

Ítøkiliga ljóðaði ákæran uppá grovan harðskap. Mamman, sum var útbúgvin sjúkrasystir, tappaði ein hálvan litur av blóði frá soninum hvørja viku frá tí hann var eitt ára gamal til hann var seks ár. Javnan bleiv drongurin innlagdur á sjúkrahús til kanningar og at fáa blóð. 

25. september 2017 fekk alt kortini ein bráðan enda, tá politiið klokkan 7.50 bankaði á dyrnar. 

Tann morgunin hevði hon, sum hon plagdi, júst tappað blóð av soninum, sum lá í songini og hugdi í iPad. Tað sum hon ikki visti var, at politiið úr grannaíbúðini sá alt sum hendi og tók tað uppá video.

- Alt gekk stillisliga fyri seg uttan nakað slag av harðskapi, hoyrdi rætturin í Herning frá serfrøðingum, sum hava granskað málið, sum nógvir danskir miðlar hava skrivað um í seinastuni.

Münchhausen by proxy er ein óstýrilig trongd hjá foreldrum, oftast mammum, eftir umsorgan. Tey gera børnunum sínum skaða fyri á henda hátt at koma í samband við heilsuverkið og fáa omsorgan hagani.

36 ára gamla mamman brast fleiri ferðir í sjóheitan grát undir rættarmálinum, og hon kundi ikki greiða frá, hví hon hevði borið seg soleiðis at ímóti soninum. Hon tók við dóminum, og misti í sama viðfangi foreldrarættin og rættin at virka sum sjúkrasystir.

Spurt verður nú, hvussu hetta kundi henda í so langa tíð, uttan at nakar uppdagaði nakað, heldur ikki starvsfólkini á sjúkrahúsinum, har drongurin javnan var innlagdur. 

Við Fyns Stiftstidende sigur ein lækni, at medicinsk barnamishandling einaferð í 2014 var uppi og vendi sum ein møguleiki, men at tankin skjótt varð kveistraður burtur, tí tað var "óhugsandi".

Drongurin, sum nú er sjey ár, fekk eftir fimm árum tilsamans 110 blóðtransfusiónir. Orsøkin var lívshóttandi blóðmangul, sum mamman hevði elvt til.

Drongurin býr nú hjá pápa sínum og hevur tað gott. 

Kvinnan skal í fongsul og ikki í viðgerð, tí ongin viðgerð er fyri júst hesa sjúkuna, og tí hon ikki er vandamikil í fongslinum ella óegnað at vera har.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo