At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Andaktir

Sótu í eini veitslu eitt leygarkvøld fyri nógvum árum síðan. Gott lag á fólki, góður stemningur og virðiligir karmar. Hugnaligt at práta við fólk um lívið og lívsins forløg. Ein lætti at sleppa av við okkurt, ið tyngir. Ein gleði at verða styrktur í trúnni á tað góða og vakra.

Um midnáttina kemur ein álvarsamur maður yvir til mín og biður um eina stutta samtalu. Hann segði seg ikki vilja órógva, nú vit vóru í veitslu. Tað var nakað, ið nívdi og tyngdi sinnið.

Svaraði honum lættur á málinum, at hann als ikki órógvaði. Nýtti máliskuna, at hjá einum presti er tað sum hjá sjómanninum. Um trolið ikki er í sjónum, kemur ikki fiskur á dekkið. Lættur tóni og humor eru mangan forloysandi.

Fekk søguna at vita, hansara uppvøkstur, barnaár og ungdómslív. Ein hóvligur og friðarligur maður. Hann segði mær, at hann hevði røtur í Brøðrasamkomuni. Hann longdist eftir og saknaði ta siðvenju, ið vit høvdu í fólkakirkjuni. Brøðurnir í heimbygdini nýttu ikki hesa andaligu gerðina.

Sipað varð til siðvenjuna at signa børnini á morgni, áðrenn tey fóru út at spæla ella í skúla. Gamalt var í mínum uppvøkstri, at vit vórðu signað við krossins merki í navni faðirsins, sonarins og heilaga andans.

Dagurin varð lagdur í Harrans hendur. Ein vøkur siðvenja, ið er væl meira enn eitt ritual.

Brádliga tók ónevndi bróðurin orðið: “Tá ið eg kom inn á gólvið í grannalagnum og spurdi, um vinmaðurin kom út at spæla, sá eg nakað, ið mamma mín ongantíð gjørdi.

Mamma vinmannin bað í durunum “faðir vár” saman við soninum, ið síðan varð signaður. Eg eygleiddi hesa løtuna í kvirru og ynskti, at tað sama varð gjørt heima hjá okkum, tí hetta kendist heilagt og gav ein frið í sálina.”

Lurtaði eftir og merkti, at tað var lívsins álvari. Sá eina pínu í andlitinum og hoyrdi trega í røddini. So kom tann beinleiðis spurningurin, ið eg als ikki var fyrireikaður uppá: “Heldur tú at mamma hevur givið mær eina skeiva kristna uppaling, tá ið hon ikki signaði meg og legði meg í Harrans hendur?”

Kendi meg kroystan upp í ein krók, tí tað samsvarar ikki við mína trúgv at meta um trúnna hjá øðrum. Tað var ein styrki at duga at tosa og duga at tiga. Ein styrki at tosa og einki siga, meðan tíðin gekk og løtan búnaðist.

Loyvdi mær at spyrja, um eg kundi seta honum ein spurning. Fekk játtandi svar, og spurningurin varð settur: “Kanst tú siga mær, hvat mamma tín segði tær á morgni, tá ið tú vart vaktur ella át morgunmat?”

Svarað varð við tað sama: “Ein tíma áðrenn skúlatíð kom mamma inn á kamarið og vakti okkum. Hon helt hendurnar saman og takkaði Guði fyri náttarsvøvn og hvíld. Takkaði Guði fyri matin, ið vit skuldu eta. So bað hon Jesus senda sínar einglar at ansa eftir okkum, at vit um kvøldið kundu leggjast í somu song frísk og røsk.”

Kendi, at løtan var mettað, og lat tøgnina tala. Tað er eitt ovurstórt vælsignilsi, at foreldur leggja børn síni í Harrans hendur. Hvussu vit gera, – hátturin er ongantíð avgerandi. Ein mamma í bøn til Jesus, frelsara heimsins, fyri sínum børnum.

Loyvdi mær at viðmerkja, at frásøgnin um mammuna var vøkur. At siðvenjan hjá okkum í fólkakirkjuni er dýrabær merkir ikki, at siðvenjan hjá øðrum ikki kann vera eins rík. Tað ræður um álit, trúgv og Guðs Heilaga Anda í Jesu navni.

Breyt tøgnina og spurdi, hvussu hann í kvøld metti um løtuna, tá ið mamman á morgni við songarstokkin fór í bøn fyri honum og systkjunum.

Eitt stórt smíl fór um andlitið, áðrenn hann svaraði: “Tú ert ein verri jassur, prestur. Tú komst ongantíð inn á vøllin við tær sjálvum. Tú spældi við og lat meg spæla bóltin. Tú hevur víst mær á ein djúpan loyndardóm, ið eg havi stríðst við alt lívið.”

Íðan hvør er so loyndardómurin? “Sært tú, prestur, tú hevur víst mær, at mamma vinmannin signaði leikbróðurin á sín hátt, og at mamma mín signaði meg á sín hátt. Vit eru báðir lagdir í Harrans hendur við tí signing, ið Jesus eigur at geva.”

Tað var lætt hjá mær at staðfesta niðurstøðuna: Mamma tín vil tær tað besta, og tann besti førningurin at hava við sær út í lívið er Jesus sum Harri og frelsari.

Livir mamma tín? Jú, hon livdi, men var viknað og aldrandi.

So skunda tær at takka henni fyri signingina, ið tú fekst í vøggugávu í tínum barnaheimi. Fortel mammuni um sannføringina, ið nú fyllir hjartað. Tá vil hon hvíla enn tryggari í sínum elli. Amen.

Orðið: “Lær tú óvitan um vegin, hann skal halda, so man hann enn á gamalsaldri ikki víkja av honum.” (Orðtøk Sálomons 22,6).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo