Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Útlendis ítróttur

Manchester United er á vinnarakós nú síðani de Gea kom aftur á liðið og tann nýggi spíssurin Martial vísti seg frá síni skjótu og teknisku síðu - og nú eingin Rooney var á liðnum.

Soleingi sum Manchester United verður bygt upp um Rooney gongur tað bert ein veg, og tað er eftir reyv, men í dag, uttan Rooney, vóru bjartari útlit fyri at liðið kann koma aftur á beint. Sum Manchester United var kent fyri, tá ið til dømis Ronaldo var á liðnum.

Við teimum báðum Memphis og Martial hevur liðið ein møguleika at gera seg galdandi í Premier League.

Í dag vísti Manchester United skjótt og gott spæl og spæl sum var frameftir. Fyrri hálvleikur var nakað deyður hjá bæði Manchester United og eisini Liverpool, men tá ið málini fóru at koma, var meira áleypandi spæl.

Liverpool hevði eisini onkran kjansin, og vísti spíssurin hjá Liverpool eisini, at hann er ein hóttan fyri øll lið. Christian Benteke gjørdi ein akrobatiskan vørr og setti bóltin trygt í netið, uttan nakran møguleika hjá de Gea at taka bóltin.

Flottasta málið var tó tað hjá Blind, sum fekk eina frísparkssending eftir jørð og setti bóltin beinleiðis í netið.

Manchester United - Liverpool 3-1

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo