Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Útlendis ítróttur

Manchester United er heimsins virðismiklasta fótbóltsfelag, frammanfyri Real Madrid og FC Barcelona, vísur nýggjasti listin hjá vinnulívsmiðlinum Forbes.

Virðið á Manchester United er sambært Forbes mett til 4,12 mia. dollarar (uml. 26,45 mia. krónur), skrivar Jyllands Posten.

Virðið á Real Madrid er mett til 4,09 mia. dollarar, og á FC Barcelona er samlaða virðið mett til 4,06 mia. dollarar.

Manchester United, Real Madrid og FC Barcelona er tey trý einastu feløgini sum liggja millum tey tíggju ovastu á listanum hjá Forbes.

Ovast á listanum sum virðismiklasta ítróttarfelag liggur NFL-liðið Dallas Cowboys við einum virði á 4,8 mia. dollarar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo