Hon pástóð, at hon nærkaðist 40. Eg mundi spurt hana: frá hvørjum enda
- Bob Hope
Útlendis ítróttur

Við einum sigri á PSV Eindhoven hevði Manchester United verið klárt til endaspælið í Champions League.

Men dysturin endaði 0-0, og tí skal Manchester United vinna í komandi dysti móti Wolfsburg í Týsklandi.

Wolfsburg liggur á odda í bólkinum.

Tann enska fótbóltslegendan Matt Le Tissier heldur at Wayne Rooney má taka part av skyldini í at Manchester United fór máleyst av vøllinum móti PSV, skrivar norska TV2.

– Wayne Rooney hevði onga sum helst ávirkan í dystinum. Tann besti hjá Manchester United í dystinum í kvøld var Jesse Lingard, sum var brúsandi, segði hann í Sky Sports.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo