At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Lesarin skrivar

Vegna tilflyting, barnavøkstur og vánaliga koordinering, stendur Tórshavn í einum trupulleika viðvíkjandi barnaansing.

Støðan, beint nú er tann, at foreldur (sum oftast mamman) eru noydd at vera heima aftaná loknan barsil, tí kommunan ikki klárar at lyfta síni uppgávu viðvíkjandi barnaansing.

Hetta viðførir so at annað forelduri ikki kann røkja sítt starv, og má tí biðja um farloyvið uttan løn.

Tað er tó ikki øll, sum hava henda møguleika.

Í øðrum føri kann viðkomandi verða uppsagdur, tí tað ikki verður møtt upp til arbeiðis.

Tað eru tó fleiri viðurskifti, sum gera seg galdandi, og eru við til at gera hesa støðu enn meira álvarsliga.

Lat okkum taka eitt dømi, har neyðugt er at bíða 6 mánaðir eftir einum plássi í vøggustovu (tað er ein reel støða fyri nógv).

Í hesar 6 mánaðirnar er ikki møguligt at fáa nakra inntøku, hvørki frá ALS, tí tú ert ikki arbeiðstøkur, og heldur ikki frá Almannaverkinum, tí tú ert gift og maðurin hevur inntøku.

Aftaná hesar 6 mánaðirnar, byrjar tú í ALS (eisini ein reel støða fyri nógv) og fært tú ALS pening, sum er 75% av tí tú hevur tjent teir síðstu 12 mánaðirnar.

6 av teimum síðstu 12 mánaðunum í hesum dømi, hava verið uttan inntøku.

Um tað mánðarliga barsilsútgjaldið hevur verið 18.000 kr, verður ALS gjaldið 6.750 kr um mánaðin.

Orsøkin til henda økonomiska smeitin er Tórshavnar Kommuna.

Nógvar ‘nýggjar’ familjur í Tórshavn hava keypt dýr hús vm. og vanliga er ikki fíggingin bygd uppá at tann eina inntøkan blívur burtur.

So møguliga eru tað familjur, sum liva av náði frá peningastovni vegna manglandi grundleggjandi tænastu frá kommununi.

Mátin kommunan hevur roynt at loyst henda trupulleika uppá – inntil víðari – er at stovna eina fyribils loysn á Hvítanesi, og eina permanenta loysn niðri í býnum.

So verður Excel metodan nýtt og næstan øll hava fingið pláss.

Hetta er tó ikki nøktandi!

Tað verður hvørki tikið atlit til geografi ella um systkin eru á øðrum stovni.

At fyrisláa foreldrum at muga avlevera tvey vøggustovubørn í tveimum ymiskum stovnum, við stórari fjarðstøðu, er ikki nøktandi, og burdi ikki komið fyri. 

Kommunan burdi skamma seg at fyrisligið tílíka loysn.

Hevur kommunan stillað krøv til teir núverandi stovnarnar um at hugsa kreativt fyri at fáa meira børn inn á stovnin?

At opna permanentar stovnar er gott, men ger kanska at kommunan skjótt stendur aftur við einum yvirkapasiteti, og verður tí noydd at selja frá.

Kommunan tørvar eina effektivari buffaraloysn, til at loysa tílíkar støður.

Excel metodan er ikki nøktandi. 

Okkara støða er, at vit hava pláss frá 1. august 2018 (Barsilsfarloyvið hjá konu mínari endaði 20. januar 2018).

So allarhelst muga vit bara bíða.

Men eg vóni ikki kommunan setur sínar borgarar í tílíka støðu aftur.  

Ein frustrera familja

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo