Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Nógv hevur verið skrivað og tosað um mangul uppá bústaðir, og hvat skal gerast við trupulleikan og politikarar og nógv brigsla í orðaskiftinum, hvør hevur ábyrgdina av støðuni, sum er.

Tí vil eg, sum húsaútleigari av tveimum íbíðum í einum húsi í 11 ár, koma við mínum viðmerkingum.

Fyri 11 árum síðan fluttu vit til Danmarkar og valdu tí at leiga húsini út, samstudis sum vit leigaðu íbúð í Danmark.

Í 2010 kemur nýggja leigulógin og har er smíðað inn í lógina, at fólk kunnu leiga út fyri 24000 kr, uttan at gjalda skatt, ì ár verður skattafría leiguinntøkan sett upp til 50.000kr, men samstundis stendur í nýggju leigulógini, at treytin fyri, at fáa gjørt brúk av tí er

§ 2. Útleiga, sum fevnir um í mesta lagi tvey leigumál, ið eru á sama bústaði, har útleigarin og húski hansara búgva, er eftir hesi lóg at rokna sum ikki vinnulig útleiga.

T.v.s., at um onkur eigur eini hús, hann ikki býr í kann eftir tí nýggju pargraffini ikki leiga út 50.000 skattafrítt.

Eru vit búsitandi í Danmark er tað líkamikið, tí um vit brúka hatta modellið, so loysir tað seg ikki, tí tað er skattafrítt í Føroyum, men so skulu vit harafturímóti gjalda ognarskatt í Danmark.

Tað er ein annar møguleiki, sum vit hava valt og tað er útleigingin sum virki, (tað eru tað nógv sum ikki vita, tí tað verður ikki tosa so nógv um í tí almenna rúminum, og als ikki á tí politiska pallinum).

Tað er tað sum í nýggju lógini verður nevnt vinnulig útleiga.

Stk. 2. Útleiga, ið ikki er fevnd av stk. 1, er eftir hesi lóg at rokna sum vinnulig útleiga.

Tá leigulógin í 2010 var sett í gildi og verður staðfest í 2018 verður uppsagnartíðin hjá útleigara sett til § 20. 1) Ikki vinnuligur útleigari sambært § 2, stk. 1 skal siga leigumálið upp við í minsta lagi 3 mánaða freist til endan av einum mánaði.

Og fyri leigara § 19. 1) Leigari skal siga leigumálið upp við 1 mánaðar freist til endan av einum mánaði. (Vit leiga sjálv bústað í Danmark og vit hava 3 mánaða uppsagnarfreist, so tað er bara í Føroyum 1 mánaða freistin er galdandi).

Og so okkara støða sum vinnuligir útleigarar: § 21. 1) Vinnuligur útleigari sambært § 2, stk. 2 og 3 skal siga leigumálið upp við í minsta lagi 5 mánaða freist til endan av einum mánaði.

Stk. 2. 1) Vinnuligur útleigari kann bert siga leigumálið upp:1) Tá útleigari sjálvur, børn, stjúkbørn ella fosturbørn skulu nýta leigumálið at búgva í.

2) Tá leigaðu hølini skulu rívast niður, ella byggjast um, og tískil ikki kunnu nýtast til bústað eftir hetta.

3) Tá týðandi orsøkir annars gera tað umráðandi fyri útleigara at verða loystur frá leigumálinum.

Stk. 4. 1) Uppsøgnin skal vera skrivlig, dagfest og grundgivin

T.v.s. at um vit sjálv verða búgvandi í Danmark og fegin vilja brúka aðra íbúðina kunnu vit ikki brúka hana tí vit búgva ikki har, tí vit kunnu ikki siga leigara upp.

Eg havi valt hóast alt, at leiga báðar íbúðirnar út, hóast lógarbroytingar, men roknast kann ikki við at onnur vilja gera tað sama sum eg.

Nógv hevur verið skrivað um øll tey tómu húsini víða um.

Skuldu myndugleikarnir so ikki roynt at fingið fatur á teimum húsunum, sum føroyingar búsitandi í útlandinum eiga, m.a. við at ráðgeva teimum um hvussu tað umsitingarliga, kann gerast, og hava betri treytir lógarmessiga fyri tey sum hava hús í Føroyum at leiga út.

Er ikki orsøkin til øll tey tómu húsini øll tann umsitingin sum fylgir við at leiga út?

Malan Christiansen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo