Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Suni Merkisstein hevur gjørt eina sending, og alt er á gosi. Men rómurin er allur sjálvskaptur av fjølmiðlafólki.

Fjølmiðlafólk og fakfeløg teirra hava gjørt manngarð um seg sjálvan fyri at rættvísgera, at ein sending um eina syndarliga vanlukku í Tórshavn fyri 50 árum síðani nú skal varpast út í hvørt heim í Føroyum í bestu senditíð.

Moralurin er tann sami, sum vit eisini hava hoyrt um fyrr: Eingin skal loyva sær yvirhøvur at seta spurnartekin við, hvat tíðindafólk gera. Tíðindafólk eru ikki at røkka. Tey reisa ákæru, viðgera málið sum advokatar fyri báðar partar, avsiga dómin og eksekvera dómin uttan kærumøguleika.

Vit onnur, sum inn í millum sleppa at siga eitt ella annað í eina mikrofon, sum oftast eftir diktati frá einum fjølmiðlafólki, eru í veruleikanum reinir statistar í hesum leiki.

Eg kenni ongan annan fakbólk, sum er so erkvisin, og sum uppførir seg so smátápuliga sum fjølmiðlafólk. Um t.d. ein advokatur dittar sær at ringja til eitt fjølmiðlafólk fyri ein klient verður viðkomandi uttan víðari úthongdur fyri at hava “hótt” tíðindafólkið.

Fjølmiðlafólk eiga eftir míni meining at spyrja seg sjálvan: Hvønn almennan áhuga hevur ein sending um eina syrgiliga vanlukku fyri 50 árum síðani?

Eru vit heilt erlig móti okkum sjálvum, er niðurstøðan eftir míni meting púra greið: Hendingin hevur ongan almennan áhuga.

Hendingin fór fram fyri 50 ár síðani. Málið er langt síðani uppklárað, og hendingin hevur ongan sum helst týdning fyri okkara gerandisdag. Einki nýtt fyriliggur í málinum. Hendingin er farin í gloymskuna. Tey, sum minnast hendingina, minnast hana sum eina tað mest syrgiligu hending, sum nakrantið er farin fram í Tórshavn.

Hví skal sendingin so vísast? Veruleikin er, at tosið um hesa sending vekir eitt ella annað forvitni í okkum. Forvitni og trongdin at sneyta í viðurskiftum hjá øðrum er kanska ein heilt nátúrlig trongd, sum øll hava. Forvitni og innari búrhundurin hava kanska meira til felags, enn vit sjálvi geva okkum far um.

Nú verður henda syrgiliga hending rættvístgjørd undir páskotinum “almennur áhugi” og brádliga - burtur úr púrt ongum - tikin fram á pall.

Vertin liggur á, um tað eru nøkur avvarðandi, sum hava syrgt hesa hending í 50 ár og sum hava krav uppá at fáa frið soleiðis, at henda syndarliga hending ikki verður tikin fram til nýggja viðgerð við øllum tí, sum harav fylgir. Vertin liggur á, at tey avvarandi liggja í andvekri og tora ikki at hyggja í ein portal ella enn minni at tendra eitt sjónvarp.

Avleiðingin av sendingini verður, at søgan fær síni nýggju bein at ganga á.

Gamla og gloymda hendingin verður bráddliga háaktuell. Hon verður til vanligt fólkatos millum manna, kanska onkur heldur við gentuni, meðan hini halda við dronginum. Tey avvarandi mugu nú 50 ár eftir sorgarleikin bara tola, at teirra kæri, sum er farin foldum frá, nú verður viðgjørdur sum “drápsmaður”.

Onkur rættvísgerð sendingina við at vísa til okkara “tøgnmentan”.

Hettar er møsn. Hendingin var fyri 50 árum síðani væl og virðiliga viðgjørd. Løgreglan lak enntá beint eftir hendingina trúnaðarskjøl til fjølmiðlarnar. Útvarpið las burtur úr skrivinum frá deyða dronginum til foreldur síni. Bara fyri at sláa hetta fast, so er tað beinleiðis brot á fjølmiðlaetiskar reglur at lesa upp úr einum sjálvmorðsbrævi.

Tað hevur verið lítið gevandi at lesa kjakið um sendingina. Eingin tekur upp á tungu at bæði revsilógin og fjølmiðlaetiskar reglur seta nøkur mørk fyri, hvat fjølmiðlafólk kunnu loyva sær.

Revsilógin sigur m.a. í grein 264d, at tað er revsivert at almannakunngera privat viðurskifti, sum viðkomandi persónur má metast at hava krav uppá verða hildin loynilig. Hetta sjálvt um hendingin fer fram í almenna rúminum. Tað er full semja um, at henda regla millum annað skal tulkast soleiðis, at longri tíð er gingin, síðani hendingin fór fram, størri er kravið hjá viðkomandi, at hendingin ikki verður tikið fram aftur. Tað er ein dagur, tá ein sorgarleikur sum hesin hevur mist sín aktualitet og almenna áhuga.

Tað eru eisini nakrar fjølmiðlaetiskar reglur galdandi. Hesar reglur áseta millum annað, at tað ikki er góður fjølmiðlasiður at upplýsa um sjálvmorð. Hendingin fyri 50 árum síðani er eitt sokallað “víðkað sjálvmorð”, og tað er mín áskoðan, at tað skulu heilt góðar grundgevingar fyri, at ein fjølmiðil kann viðgera eitt “víðka sjálvmorð” og persónin aftanfyri, um so er at tey avvarandi seta seg ímóti hesum.

Fjølmiðlaetisku reglurnar hava eisini fleiri ásetingar um, at ein fjølmiðil skal taka serlig atlit til tey avvarðandi.

Talan er um eina kontroversiella sending, tí júst hetta slagi av dramadokumentari hevur ikki verið vanligur í Føroyum.

Suni Merkisstein er helst ein dugnaligur journalistur, og hann hevur  dygdir at gera dokumentarsendingar. Áðrenn hann gjørdi sendingina, vendi hann sær eisini til tey avvarandi.

Tað er tí sjálvsagt einki løgið, at tey avvarðandi hava svarað aftur og hava sagt sína meining. Tá eg lesi almenna skrivið til Kringvarpið er líkt til, at fjølmiðafólk yvirhøvur ikki kenna seg bundin av nøkrum sum helst, heldur ikki fjølmiðlaetisku reglunum, sum m.a. siga, at tað er góður fjølmiðlasiður at lata báðar partar koma til orðanna.

Tað skal sigast, at tað hevur verið ein sakligur dialogur millum undirritaða og Kringvarp Føroya, serliga við atlitið til, hvar markið fyri “privatlivets fred” gongur. Vit hava ikki verið samd, men onkrir faktuellir upplýsingar eru tiknir burtur úr sendingini, og tað verður hvørki Suni Merkistein ella sendingin verri av.

At ástur fjalur lýti er væl kent, men tað sama ger seg galdandi viðvíkjandi manglandi evnum til sjálvskritikk. Sjálvrannsakan, sjálvskritikkur og etikkur átti at verið eitt tvungið fak á journalistháskúlanum.

Christian Andreasen, advokatur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo