Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Krutl

Savnsmynd hjá Skúlablaðnum

Klumma eftir Jacobu Lervig, lærara í Eysturskúlanum: Tá ið eg var tannáringur, afturi í áttatiárunum, var ikki vanligt, at vit sluppu til nakran fyrilestur, stovnsvitjan, sjónleik ella tiltøk uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í fólkaskúlanum fór fram inni í skúlastovuni, og foreldrini hvørki spurdu ella viðmerktu nakað skúlanum viðvíkjandi. Við nátturðaborðið varð sagt frá, hvussu hevði gingist til royndir og próvtøkur. Karakterbókin varð víst fram, og annað av foreldrunum váttaði skrivliga, at viðkomandi hevði sæð metið. Litið varð á okkum, at vit tóku skúlan í álvara. Álitið var stórt bæði á skúlan og á okkum ungu.

Nú á døgum verða vit sum skúli boðin til eitt tiltak fyri og annað eftir – uttan fyri skúlans veggir. Sum flokslærari í einum 8. flokki í tríggjar vikur havi eg longu fingið trý tilboð. Sum lærari vilt tú næmingunum tað besta, og hesi tilboð uttan fyri skúlan krevja, at lærarin setir seg væl inn í, hvat tað snýr seg um, og fyrireikar næmingarnar nakað; men mest umráðandi er tó eftirmetingin av tiltakinum. Funnin fressur hjá læraranum at fáa gott og gevandi kjak í flokkinum. Sjálvandi skulu næmingarnir ikki bara uppliva nakað, men veruliga hugsa og meta um tiltakið. Hetta álit, haldi eg, mugu øll hava á lærarum. Eitt er so vist, og tað er, at næmingarnir eru skilagóðir og spyrjandi, og sostatt er tann lærarin, ið ikki eftirmetir slík tiltøk, ikki høgt í metum hjá næmingunum. Tað eri eg sannførd um. Havi sjálv álit á, at lærarar taka slíkt í álvara, tí hvat er meira gevandi enn eitt gott kjak við næmingar, ið eru tannáringar?

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo