Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

"Vanahugsan" kom mær til hugs ein dagin. Júst tað er eisini eitt av fleiri góðum argumentum í eini vælskrivaðari grein hjá Norðlýsinum 23/02 um Mentanargrunnin.                                

Tað sama m.a hevði viðmerkjarin í Kringvarpinum lagt merkið til.

Er tað ikki meiningin at tá ið ein persónur er komin á flog so at siga, so má hann kunna liva av hesi yrkisleið - og ger hann ikki tað, ja, so far á flakavirkið nakrar tímar, ella vaska nakrar tímar, ella flyt inn í kjallaran hjá foreldrunum og skriva, mála, filma og syng so, so nógv sum tú vilt - ella hav tað sum ítriv.

Eg skilji væl tað eru nøkur fá, ið eru komin langt uttanlands, sum eru lisin, hoyrd, tí hetta er Fo ein stoltleiki og mentanar arvur - men men..

Og hvør í ólukkan kann taka árlov í 1, 2 ella 3 mánaðir, ella er hatta ikki fyri fólk við vanligum arbeiði?

Ein ungur persónur, ið fær hesar bitar á fyrsta sinni er skilliga glaður og eg unni teimum tað sera væl.

Tað eru alt ov nógvar bøkur skrivaðar, filmar og fløgur gjørdar - og her meini eg allastaðni - eftir mínum tykki, kappingin er hareftir og tí kunna bara tey allarbestu liva av hesum.

Mangt skrambul hevur verið pakkað inn í orðið kunstur, sjálvt um øll vanlig menniskju síggja hatta er "kejserens nye klæder", om igen.

"Kreativir málarar" í hópatal spamma Facebook við sínum málningum sum tey rósa hvørjum øðrum so nógv við.

Hví skal øll hobby til framsýning, annað enn á kvøldskúlum og lukkaðum bólkum - allarhelst er tað verðin vit liva í - einaferð kom hvør døgurðabiti á Facebook, tað er nærmast lúka út.

So vóru tað tær mammurnar, ið løgdu eina mynd av barninum út, hvørja ferð tað skyfti klæðir og alt annað - hetta er eisini dempað nógv.

Ná men aftur til Mentanargrunnin - kanska skuldi onkur útskyfting verið í nevndini, so kom broyting.

Undrandi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo