Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Krutl

490 norskar sjónleikarakvinnur, 653 svenskar sangarinnur, 4.445 svenskir juristar, 1300 kvinnur í svenskum politikki og 456 svenskar sjónleikarakvinnur hava seinastu tíðina boða frá sexchikanu og ágangi.

Nú er so túrurin komin til Danmarkar. 132 klassiskar sangarinnur – danskar ella útlendskar, sum hava arbeitt í Danmark – gera vart við seg undir hashtagginum #metoo. Hetta er fyrstu ferð at so nógvar kvinnur greiða frá síni søgu.

Tí tøgnin er valdandi innan danska klassiska sangheimin, stendur í manifestinum, sum kvinnurnar hava undirskrivað, og sum DR hevur fingið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo