Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Innlendis ítróttur

Í morgun vitjaði landsliðið í hondbólti á Ráðhúsinum, har borgarstjórin tók ímóti.

Tað er bara ein vika liðin, síðani vit heiðraðu kvinnulandsliðið í hondbólti, og nú stóðu menninir fyri tørni. Annika Olsen, borgarstjóri, helt stutta røðu fyri monnunum og segði m.a.:

- Enn einaferð hava vit sæð eitt av okkara góðu hondbóltslandsliðum umboða Føroyar og føroyskan hondbólt á besta hátt í altjóða kapping millum aðrar tjóðir.

- Í Bulgaria eydnaðist tykkum enntá at vinna Emerging Nations Championship, nú tit í eini sera spennandi finalu sunnukvøldið megnaðu at vera betra liðið og vinna við einum máli, 26-25.

- So hvørt sum avbjóðingarnar í kappingini vuksu, vuksu tit eisini og fingu víst, at føroyskur hondbóltur er á veg fram við rúkandi ferð.

- Á veg í finaluna ímóti Turkalandi vunnu tit á bæði Kosovo, Bulgaria, Armenia, Moldova og Kina, og hóast mótstøðan hevur verið misjøvn, hava tit verið sannførandi.

- Og hóast hetta alt samalt eru tjóðir, sum telja millum 1,8 millión og næstan 1,4 milliard íbúgvar, máttu tær boyggja seg fyri okkara landsliðsmonnum – við bara 50.000 aftan fyri seg.

- Hetta er akkurát tað, sum vit elska við okkara landsliðum, at tey við stórum dirvi levera vøruna við einum heilhjartaðum innsatsi – og tað hava tit so sanniliga gjørt.

- Tí eru vit sera fegin um steypið og gullið, tit vunnu tykkum niðri í Bulgaria, og vit eru øll øgiliga errin av tykkum og tí, tit hava avrikað.

- Samstundis kann eg enn einaferð staðfesta, at hetta alt samalt er úrslit av einum miðvísum og væl skipaðum landsliðsarbeiði, sum Hondbóltssambandið hevur havt seinnu árini.

- Ja, hetta er enntá fimta steypið, sum eitt føroyskt hondbóltslandslið vinnur í trý ár, og tað sigur eitt sindur um, hvør dygd og dugur er í okkara evnariku og góðu hondbóltsspælarum.

- Sum eg havi skilt tað, var málið at enda millum trý tey bestu í kappingini, men tit gjørdu tað til meira enn tað og fóru allan vegin.

- Vegna Tórshavnar kommunu skal eg ynskja tykkum øllum hjartaliga tillukku avrikinum, ið er bara enn eitt stig framá fyri føroyskan hondbólt.

- Hjartaliga tillukku og góðan byr víðari, tá tit næsta heyst sum vinnarar av Emerging Nations Championship fara at royna tykkum í næstu EM-undankappingini, segði Annika Olsen, borgarstjóri, at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo