Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Krutl

Sjónleikarin Andrew Sachs sum er eina best kendur frá sjónvarpsrøðini Rok á Gistingarhúsinum er deyður 86 ára gamal.

Tað skriva fleiri miðlar í morgun.

Andrew Sachs stríddist seinastu fýra árini við demens sjúku og sat til endans í rullustóli og dugdi ikki longur at tosa.

Konan, Melody Lang, hevur greitt enskum miðlum frá, at hóast hon var sera kedd av at síggja, hvussu maðurin spakuliga fjaraði burtur, so vóru tey bæði lukkulig saman til tað allar seinasta.

Andrew Sachs varð føddur í Berlin í 1930, men flýggjaði saman við jødisku familjuni stutt undan at seinni heimsbardagi brast á til Onglands.

Í Rok á Gistingarhúsinum spældi hann forvirraði tænarin frá Barcelona sum nærum onki enskt dugdi og tí altíð misskilti alt sum bleiv sagt við hann. Kendi sjónleikarin John Cleese var hotelvertur og hevði nógvar avbjóðingar av Manuel.

Hóast hann hevði fleiri smáar leiklutir í filmum og sjónvarpsrøðum, so fara fólk uttan iva at minnast Andrew Sachs best sum Manuel. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo