Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Tórshavnar kommuna fer at gera partalagssáttmála við TG Verk og MAP Arkitektar um at útbyggja fimleikahøllina í Skúlanum á Argjahamri, so hon verður til støddar sum ein ítróttarhøll.

Tórshavnar býráð hevur tikið av tilboði frá MAP Arkitektum og TG Verk um at útbyggja fimleikahøllina í Skúlanum á Argjahamri, so hon verður til støddar sum ein ítróttarhøll við veruligum venjingarmøguleikum.

Arbeiðið kostar 18,5 milliónir krónur, og tað verður skipað sum partalag millum kommununa, MAP Arkitektar og TG Verk.

Mentamálanevndin mælti í fjør heyst til at víðka fimleikahøllina i Skúlanum á Argjahamri, so at høllin í roynd og veru verður eins stór og ein ítróttarhøll.

Tað gleðir meg, at vit nú hava tikið ítøkilig stig í málinum um høllina á Argjum ítróttinum at gagni, eins og vit eisini hava samtykt at byggja høllina á Halsi út til eina dupulthøll.

Hølistrupulleikarnir hjá ítróttinum í Tórshavnar kommunu hava leingi verið á dagsskrá, og eg arbeiði fegin víðari við hesum málum eftir einari miðvísari ætlan, har hallarfermetrarnir í høvuðsstaðnum støðugt verða víðkaðir.

Bogi Andreasen, býráðslimur
Fólkaflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo