Ofta býr fals undir fríðum skinni
- Føroyskt orðatak
Vinna

- Nýggja navnið er eitt stórt og spennandi stig hjá okkum at taka. Gjøgnum Mowi navnið vilja við siga, at vit hava ræði á allari virðisketuni, frá lívfiski yvir rogn og til lidna framleiðslu, og vit gleða okkum at koma við fleiri nýggjum vørum undir nýggja navninum komandi mánaðirnar, sigur forstjórin, Alf-Helge Aarskog í børsfráboðan í morgun.  

Í ár væntar Marine Harvest at taka 380.000 tons av laksi, áleið fýra ferðir meira enn øll vinnan í Føroyum.

Navnabroytingin skal góðkennast av partaeigarunum, og tí verður nú eykaaðalfundur har navnabroytingin skal góðkennast. Ætlandi skal navnabroytingin koma í gildi á nýggjárinum. 

Marine Harvest hevur eisini virksemi í Føroyum, bæði á sjógvi og landi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo