At kenna seg eydnuríkan uttan at vita hví ... tað man vera ein hin reinasta gleðin
- úr Børkuvísum
Politikkur

Franski høgravíðgongdi poltikarin Marine Le Pen hevur tapt eitt kærumál við ES dómstólin sum valdi at staðfesta ein dóm, hon áður hevði fingið um, at hon skal gjalda góðar tvær milliónir aftur til Europa parlamentið.

Pengarnar fekk hon frá 2009 til 2017, tá hon var parlamentslimur, til at løna einum hjálparfólki, men viðkomandi skuldi arbeiða í ES tinginum og ikki við heimligum politikki, sum viðkomandi altso skal hava gjørt.

Á Twitter sigur Marine Le Pen, at hon er sera misnøgd við dómin og ætlar at kæra hann til Europeiska Mannarættindadómstólin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo