Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Veiðifelagið Byrsumúli: "Harurnar" eru leirtallerkar, sum rulla við nógvari ferð eftir jørð. Kappingin kann lýsast sum ein blanding av sporting og veiðuskjóting.

Skotið var tvey innleiðandi umfør eftir 24 harum og dúgvum (40 stig samanlagt). Eftir hetta fóru seks teir bestu víðari til eitt finaluumfar.

Finaluumfarið var av sama slagi, sum tey innleiðandi og byrjað var av nýggjum, t.v.s. at stigini frá innleiðandi umførinum ikki vóru tikin við.

Vinnari bleiv Marius F. Joensen úr Sunda Byrsufelag. Hann fekk 71 stig í innleiðandi umførunum, og 36 í finaluni.

Nr. 2 bleiv Jákup Mikkelsen úr Vestmanna Byrsufelag. Hann fekk 61 stig í innleiðandi umførunum, og 32+7 í finaluni.

Nr. 3 bleiv Robert Hansen úr Sunda Byrsufelag. Hann fekk 63 stig í innleiðandi umførunum, og 32+6 í finaluni.

Stuðla kappingini hevur Jógvan Weihe.

Sí øll úrslit her, og myndir og filmsbrot á facebook - trýst her

Í morgin, sunnudagin 25. oktobur, verður skipað fyri tiltakið á breytini, har óroyndir skjúttar kunnu royna seg við (haru)-byrsu á breytum okkara.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo