Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir
local.fo

News in English

Vinna

Graeme Fawcett, sum varð settur fyribilsstjóri í føroyska oljufelagnum Atlantic Petroleum tá Ben Arabo fór frá í desember 2017, hevur lagt frá sær.

Tað boðar felagið frá í eini fráboðan til børsin í dag.

Mark Højgaard avloysir Graeme Fawcett, stendur í fráboðanini.

Atlantic Petroleum hevur leingi siglt í tungum sjógvi fíggjarliga, og í fráboðanini stendur eisini, at arbeitt verður við at finna loysnir á hesum spurninginum. Ímeðan støðan er so óviss hava felagið og børsurin tikið felags avgerð um at steðga handlinum við partabrøvunum, skrivar felagið.

Atlantic Petroleum hevur í eina tíð verið á einum serligum eftirlitslista, tí framtíðin hjá felagnum er so óviss og somuleiðis spurningurin um felagið lýkur treytirnar fyri at vera børsskrásett.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo