Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Tað er helst mest av skaðafrøði, at Arnsteín Niclasen og aðrir á Facebook skammrósa Kristin Michelsen, borgarstjóra og løgtingslimi, nú hann hóttir við at taka stuðulin aftur til sitandi samgongu.

Orsøkina sigur Kristin Michelsen vera, at hann nú sum minniluti í Tvøroyrar býráð ikki kann góðtaka býtið av nevndarsessum, sum nýggi meirilutin har hevur skotið upp.

Sami maður rýmdi av Javnaðarlistanum undan kommunuvalinum fyri góðum ári síðan. Hetta fyrst og fremst fyri at tryggja sær, at hann hevði betri møguleikar, um hann hevði annað beinið á Kommunulistanum og hitt beinið innangarðs í Javnaðarflokkinum.

Harvið væntaði hann sær ivaleyst av atkvøðum, soleiðis at hann kundi seta Javnaðarlistan og Bjarna Hammer uttanfyri ávirkan, samstundis sum hann kundi vinna sær sjálvum borgarstjórasessin.

Og tað var júst tað ið hendið.

Tí er tað ein markleys egoisma og maktgreði, tá sami maður, nú sum minniluti í Tvøroyrar býráð, setir ófrávíkiligar treytir til meirilutan viðvíkjandi býtinum av nevndarsessum.

At hann so harafturat flytir orrustuna, ið hann sjálvur er orsøkin til, beinleiðis inn í landspolitikk, og í síni sjálvsøkn setir seg sjálvan uttanfyri flokkin og samgonguna, tað er so langt úti, at ein fattast orð.

Eitt sjálvsøkni, ið als ikki kennir nakað mark, og tað er ikki ov nógv sagt, at hann við hesum brúkar flokkin sum fótatraðk.

Hetta er sama løgtingsumboð, sum hevur havt kvørkratak um samgonguna alt seinna hálvár í fjør.

So skilagóður og semjusøkjandi sum løgmaður er, so er einki annað at gera enn at arbeiða sum ein minnilutastjorn, hóast tað als ikki hevur verið roynt fyrr í føroyskum politikki.

Kemur tað har til, at Kristin Michelsen ger álvara av hóttan síni, og tekur stuðul sín til samgonuna aftur, so er bert eitt at gera, at koyra hann úr Javnaðarflokkinum.

Hann hevur eisini sjálvur við sinum vitleysa og sjálvsøkna politikki gjørt sítt til, at borgarligu flokkarnir dag og dagliga hava kunnað sitið og gníggja sær hendurnar á aftastu beinkjunum.

Tað verða hvørki fiskivinnunýskipanin ella onnur mál, ið møguliga fara at kosta flokkinum atkvøður næsta løgtingsval. Ivasomu æruna fyri, at Javnaðarflokkurin kanska verður revsaður til eitt komandi løgtingsval, eigur borgarstjórin og løgtingslimurin av Tvøroyri.

Frank Davidsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo