Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing
Lesarin skrivar

Nógv skrambul poppar upp á Facebook, og til ber sjálvandi at blokera ”dáma og vinn” lýsingar.

Men fyrstu ferð poppaði so alifyritøkan Bakkafrot upp á skýggjan í dag har mælt varð til at senda uppskrift til einhvønn rætt har alilaksur var meginrávøran, og so kanska vinna ein pakka við sonevndum marglætis vørum.

Um Bakkafrost hevur fíggjarligar trupulleikar og noyðist á FB fyri at selja, er neyvan sannlíkt, men meti eg tó at slíkt ikki eigur at standa ósvarað.

Eitt er at viðmerkja á bredda til lýsingina, men slík røkkur neyvan langt og til fleiri lesarar, og setti eg tí henda tekstin á FB:

Mest heilsuskaðiliga vøra á marknaðinum 
Vilt tú sleppa undan og minka nógv um vandan at fáa hjarta- og æðrasjúku, bróstkrabba, prostata, krabba í brisið, diabetes 2, og ikki minni svull og krabba í heilan - stendur tú teg best við á ongan hátt at eta alilaks.

Nýggja kosttilmælið frá ES heilsustovninum EFSA hevur í desember mánaða endurskoða tilmælið til feitan fisk, og við tí serstakligt alilaks, har mælt verður til at minka nøgdina við 90% - frá 1,3 kilo niður í 128gram um vikuna.

Aðir granskarar hava mælt til í mesta lagið at eta ein alilaksadøgverða triðja hvønn mánaða.

Sera stór gransking er løgd til grund fyri tilmælinum, har alilaksur er kannaður í matvøruhandlum í fleiri europeiskum, kanadiskum og amerikonskum handlum, og var eitt úrslit, at mest eitraði alilaksur var úr Skotlandi og úr Føroyum.

Barnakonur, smábørn og serstakliga dreingjabørn mugu slettis ikke eta alilaks tí vandin er ovurstórur at dreingir gerast sørir. 

Vandin við alilaksinum er ovurstóra nøgdin av umhvørviseiturevnum sum Dioxin og Dioxinlíknandin PCB´ir, tungmettallir sum cadmiumn og kyksilvur, og hormonórógvandi evni. Næst eru fleiri evni frá plantufóðurinum nýtt verður m.a. sterkt pesticidfongt hveiti, Glyphosate frá GMO soya og rapsolju, og sproytuevnið Endosulfan, ið enn verður brúkt í stórum nøgdum.

Triðja á listanum fyri heilsuskaðilig evni eru evni sett til fóðuri fyri at geva reyða litin, konserveringsevni og restir frá lúsabasingerevnum. Litevni er Astaxanthin, ið kann geva skaða í eygu og sjón, konserveringsevnið Ethoxyquin er ovurvandamikið og verður bannað at nýta frá des. 2020. Hetta evni hevur eginleikan at treingja gjøgnum kyknuvegir og vil við blóðrenslinum koma út í hvønn krók í likaminum, og har órógva kromosomini og við tí broyta ílegurnar - við vandanum at fáa blóðkrabba, heilasvull og lívshóttandi krabbasjúklur av alskyns slag.

Annað evni er lúsabasingarevnið Diflubenzuron, ið metaboliserar tá tað verður upptikið í blóðrenslið á alilaksinum. Staðfest er at millum 5% og 6% av evninum situr eftir í fiskinum, har tað broytist til fleiri evnafrøðilig evni m.a. eitt nevnt, Pentachloranilin, ið eisini er staðfest krabbaelvandi.

Organophosfatir eru kend og nógv brúkt í landbúnaði, vakstrarhúsum og í alivinnuni. Í alivinnuni verður evnið Azamethisfos brúkt í aliringum og brunnbátum, og er kent frá fleiri londum at stór nýtsla av hesum evnum viðvirka til ílegubroytingar vegna órógv á enzymir, ið hava við sær eina langa røð av vandamiklum sjúkum.

Í Danmark er staðfest av 40% av íbúgvunum hava mutatiónir í PON1 íleguni, og í herðsetta Palestina, eisini nevnt Ísrael, har sera nógv verður brúkt at sproytuevnum, er heimsins stórsti títtleiki av non-Hodgin eitilkrabba (lymfukrabba).

Fyri lond í vesturheiminum er staðfest at 15% av øllum børnum hava alt ov høgt innihald av pesticidum í kroppinum, og her heima eru røðirnar av fólkum sum skulu í skannara alinlangar og stór bíðitíð at sleppa til kanningar.

Heilsumyndugleikin liggur hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, ið ikki enn hevur nevnt nakað um endurskoðan av kosttilmælinum frá EFSA.

Fólkaheilsuráðið sigur ikki nógv, annað enn at mæla til ikki at royka, drekka ov nógv og annars íðka ítrótt.

Seinasta kosttilmælið var frá Pál Weihe um kyksilvur og PCB í grind og spik, men annars sæst einki til blunkandi lampurnar frá ES-heilsustovninum og ávaringum annars frá útlendskum og óheftum granskingarstovnum sum heild.

Okkara matvøruhandlar eru á tremur við alskyns heilsuskaðligum vørum, men hoyra vit bert smávegis um spilt livradeiggj, hýggj í onkrum leskidrykki, og at maðkur er funnin í onkrum dadlupakka í FK.

At almenni myndugleikin ikki kann siga nakað um ovurstóra innihaldið av t.d. PCB í alilaksi, umhvørviseiturnøgd í feitum fiski o.s.v. er slettis ikki nøktandi, og alt kann opinbart setast á søluhyll – óansæð hvussu heilsuskaðilig vøran er. 

Vilt tú tær sjálvum, tínum børnum og ikki minst tínum eftirkomarum eina góða heilsu og framtíð, og vilt taka ábyrgd og atlit til veðurlagsbroytingar, og náttúru- og umhvørvisvernd, so eigur tú avgjørt at halda tær frá at eta alilaks, stóran og eldri kalva, tunfisk og eldri djúpvantsfisk.

Grønmetisvørur og frukt eigur tú at halda teg langt frá, um vøran ikki er vistfrøðilig.

Kári Thomsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo