Eg skyldi ikki kvinnurørsluni nakað!
- Margareth Thatcher
Vinna

Bakkafrost er minkað góð fýra prosent í virði í morgun eftir fráboðanina fríggjakvøldið um illgruna um sjúkuelvandi ILA í tveimum ringum í Hvannasundi.

1,2 milliónir fiskar við miðalvekt á 2,8 kilo eru í økinum, og fiskurin í teimum báðum ringunum, um 190.000 tilsamans, er tikin. Tøkunøgdin er sostatt longu minkað við 600 tonsum í kruvdari vekt, men um sjúkan ger, at skundað verður undir at taka allan fiskin í aliøkinum A-73 í Hvannasundi, so minkar tøkunøgdin í ár við 2.400 tonsum í kruvdari vekt.

Bakkafrost hevur ikki boðað frá minkandi úrsliti av hesum áðum, men marknaðurin velur at binda um heilan fingur og tað hevur gjørt at kursurin á partabrævinum er fallin góð fýra prosent í morgun.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo