Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe
Lesarin skrivar

Marknagilsvegurin, sum er partur av ringveganetinum í Tórshavn, er við at gerast stórsti ferðsluproppur í landinum.

Ætlanin við einum ringvegi, sum Marknagilsvegnum er, at ferðslan sum mest skal vera ótarnað, og at so fáar forðingar sum gjørligt eru á vegnum.

Marknagilsvegurin hevur virkað eftir ætlan fram til dagin, tá Glasir lat upp, og 1000-1500 aðrir bilar, enn teir, ið vanliga koyrdu har, komu afturat ferðsluni.

Glasir er bert tann eini skúlin í økinum, ið ger, at ferðslan fer at økjast munandi í framtíðini. Er ringt nú, verður hvaðna verri, tá Skúlin á Fløtum og Tórshavnar musikkskúli eisini verða tiknir í brúk.

Tórshavnar kommuna arbeiðir við eini loysn, ið við 5-6 ferðsluljósum skal fáa ferðsluna at glíða umframt øðrum 4-6 ferðsluljósum til súkklur, ið undirritaði enn ikki hevur lagt merki til á Marknagilsvegnum.

Men fer henda loysnin at virka eftir ætlan?

Neyvan!

Frágreiðingin er einføld. Frástøðan millum ferðsluljósini er alt ov stutt -eisini óansæð hvat donsku ráðgevarnir siga! Tað merkir, at frá í dag at bíða í bíðirøðum verður í framtíðini bíðað í bíðirøðum við ferðsluljós í staðin. Tað tykist tíverri verða einasta broytingin. Og henda broyting er avgjørt ikki til tað betra.

Also, tíðin av koyra ígjøgnum strekkið fram við Glasi verður í minsta lagi tað sama -ivaleyst longri- eftir at ferðsluljós eru sett upp.

Hvat er at gera?

Sum viðfesta skitsa vísir, er als ikki neyðugt við ferðsluljósum á strekkinum, um rætt verður borið at. Uppskotið ger eisini, at øll eyka ferðslan í sambandi við Glasir og hinar báðar skúlarnar smidliga verður leidd norðanífrá av Marknagilsvegnum, við MARK bygningin og ígjøgnum eina smogu undir Marknagilsvegnum (rundingurin í erva á skitsuni) og beinleiðis inn á stóru p-økini við skúlarnar.

Sunnanífrá verður ferðslan leidd umvegis tveysporaða rundkoyring, ið eisini gevur atgongd til p-plássini, um snarað verður til høgru og haðani inn á p-plássini.

Har talan verður um tveir høvuðsinnkoyringar inn á p-plássini, verða 2 -kanska 3- frákoyringar. Tey, ið skulu norðureftir Marknagilsvegnum frá skúlunum, hava tveir møguleikar. Við Bónus ella norðanfyri gamla Handilsskúlan. Hin - og tað eru ivaleyst tey fægstu, ið skula suðureftir-, fara ígjøgnum stóru rundkoyringina.

Rundkoyringin gerst efffektiv, við tað at hon er tvísporað, og at hon í miðjuni er umleið 50 m í ummáli. V.ø.o. eru einir 45 m ímillum til og frákoyringarnar, ið gera, at heldur ikki inni í sjálvari rundkoyringini verða ferðsluproppar. Tórshavnar kommuna eigur økið har rundkoyringin er ætlað, og plássið er ríkiligt til at gera hesa stóru rundkoyringina.

Væl vitandi, at hetta kanska er í evstu løtu, um broytingar skulu gerast, loyvi eg mær tó at leggja uppskotið alment fram.

Um ikki annað fyri at umsitingin hjá Tórshavnar kommunu kann gera sær sínar tankar og eisini viðmerkja uppskotið áðrenn hin ætlanin, ið ivaleyst elvir til stórsta ferðslutrupulleika í Føroya søgu, endaliga verður sett í verk.

Magnus Thomsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo