Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Newcastle gjørdist ov sterkt lið fyri Ole Gunnar Solskjær og Manchester United.

Sostatt hevur United ikki vunnið á útivølli síðani 6. mars móti PSG.

19 ára gamli Longstaff gav Manchester United triðja tapið í ársins Premier League. Við níggju stigum í átta dystum fer Manchester United í landsliðssteðgin á 12.-plássi.

– Hetta kann ikki eitt felag sum vit góðtaka. Hetta er snópisligt. Ikki bara í dag, men alla sesongina. Vit spæla ikki væl, vit megna ikki eingang at skora mál ella skapa sjansir. Tað kann ikki góðtakast, segði David de Gea við Sky Sports eftir tapið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo