Tann verður glaður sjálvur, sum ger onnur glað
- Mark Twain
Útlendis ítróttur

De Gea vísti í dag, at hann er heimsins besti málmaður, og ungi Martial vísti, at hann var eitt stórkeyp bæði á ein og annan hátt.

Tað er yvirskriftin til dystin í dag millum Southampton og Manchester United.

Dysturin endaði 3-2 til Manchester United, og tvey tey fyrstu málini átti Martial og tað triðja Mata. Áðrenn Mata setti bóltin í netið, skuldu 45 avleveringar til, sum næstan gjørdist eitt met í avleveringum. Tottenham eigur enn metið við 48 avleveringum í dysti í fjør.

Við keypinum av Martial sær út til higartil, at Manchester United hevur fingið ein málskjútta sum er ein góður teknikari og sum rakar mál.

Tað sær eisini út til at van Gaal byrjar at skilja meira og meira av bæði Manchester United og fótbólti, tí hann nú hevur sett Rooney longur aftur á vøllinum, og helst hevði rætta plássið hjá Ronney verið í verjuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo