Tann verður glaður sjálvur, sum ger onnur glað
- Mark Twain
Útlendis ítróttur

Manchester United fær nú hildið nýggjár eftir at liðið vann á Middlesbrough við tveimum málum móti einum.

Í fyrra hálvleiki høvdu bæði liðini fleiri møguleikar, men tað var ikki fyrr enn í seinna hálvleiki at fyrsta málið kom. Grant Leadbitter setti bóltin í netið.

Manchester United hevði so at siga alt spælið og í 85. minutti fekk Anthony Martial løn fyri sítt stríð eftir eina vakra assist frá Zlatan Ibrahimovic.

Paul Pogba stútaði 2 minuttir seinni bóltin í netið til 2-1.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo