Hon pástóð, at hon nærkaðist 40. Eg mundi spurt hana: frá hvørjum enda
- Bob Hope
Útlendis ítróttur

Manchester United stríddist í dystinum í kvøld í Champions League móti CSKA Moskva, men eftir 65 minuttir gjørdi Anthony Martial tað gott aftur eftir brotssparkið hann gjørdi í fyrra hálvleiki.

Antonio Valencia sendi bóltin inn frá høgru síðu og Martial stútaði bóltin meistarliga í mál via stongina.

Hetta var fimta Manchester United-málið hjá honum í 9. dystinum. Sambært Infostrada brúkti Cristiano Ronaldo 39 dystir at skora síni fimm fyrstu Manchester United-málini, tá ið hann var um sama aldur, skrivar norska TV2.

Í sama bólki vann Wolfsburg 2-0 heima móti PSV Eindhoven eftir mál av Bas Dost og Max Kruse. 

Sostatt toppa týskararnir bólk B við seks stigum. CSKA Moskva og Manchester United hava fýra stig hvør, meðan PSV hevur trý.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo