Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Onnur tíðindi

Tíðindamaðurin Martin Breum greiddi millum annað í tiltaki í Finsen frá, at Føroyar og Grønland hava stóran týdning fyri danska kongaríkið.

Millum annað settu danskir myndugleikar Føroyar, Grønland og Arktis á listan millum tey heilt fáu uttanríkis- og trygdarpolitisku økini, sum Danmark er farið at raðfesta nógv hægri.

Martin Breum vísti eisini í framløguni á, at danir lítið og einki vita um Føroyar.

- Eisini millum politikararnar á Christiansborg er vitanin lítil.

Samstundis siga danskir politikarar, at Føroyar og Grønland eru týdningarmiklir partar av samleikanum hjá teimum.

- Hetta kann tykjast sum ein stór andsøgn, sigur Høgni Reistrup.

Sí myndir frá tiltakinum

Í mai 2013 gjørdi Javnaðarflokkurin á Fólkatingi eina kanning sum vísti at vitanin hjá dønum um Føroyar er lítil - og at danir framvegis ganga við teirri skeivu fatan, at Føroyar eru sera dýrar fyri danska statin.

Sí kanning her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo