Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

ðin Egholm Skov og Martin Heldarskarð kunnu kalla seg føroyameistarar 2019 í eFótbólti. Farnu vikuna hevur Fótbóltssamband Føroya skipað fyri FM-kapping í eFootball PES 2020.

Kappingin varð skipað í tveimum aldursbólkum – 15 ár og yngri, og 16 ár og eldri. Heðin Egholm Skov vann hjá teimum eldru, meðan Martin Heldarskarð vann kappingina hjá teimum yngru.

Talan gjørdist eisini um tvær sera spennandi finalur. Heðin vann 2-1 á Virgar Trondesen í finaluni fyri teir eldru, og sama úrslit bleiv í finaluni hjá teimum yngru, har Martin basti Jonn Mortensen.

Umframt føroyameistaraheitið til Heðin Egholm Skov, og eitt silvurheiðursmerki til Virgar Trondesen, tryggjaðu teir báðir sær eisini pláss á føroyska eLandsliðnum, sum komandi ár skal taka lut í UEFA eEURO 2020-undankappingini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo