Tann verður glaður sjálvur, sum ger onnur glað
- Mark Twain
Tekstlýsingar

Av øktum virksemi, leita vit eftir maskinførarum til gravmaskinur at byrja skjótast til ber.

Hevur tú hug at arbeiða í einum mennandi og fjølbroyttum umhvørvi við avbjóðingum hvønn dag, so er tað tær, vit leita eftir.

Arbeiðsøki
• Kemur at koyra gravmaskinur og arbeiða í ymiskum verkætlanum runt landið.

Tína vangamynd
Tú verður partur av einum toymi, har vit stuðla hvør øðrum at røkka settum málum.

Vit vænta, at tú:
• er røkin og álítandi
• er arbeiðsom/-samur
• hevur góð samstarvsevnir
• Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir sum maskinførari.

Vit bjóða
• Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti.
• Nútímans útgerð.
• Tú hevur eisini møguleika at menna teg bæði fakliga og persónliga.
• Eitt arbeiðspláss, har tú upplivir dygd, trygd og trivnað.
• Eitt fjølbrott arbeiðspláss

Løn og setanartreytir
Starvið verður sett skjótast til ber. Lønin og setanartreytir verða samsvarandi royndum og førleikum.

Meira at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Torleif Waagstein, verkætlanarleiðara, telefon 216122.

Umsókn
Umsóknin skal sendast til starv@articon.fo í seinasta lagi 24. mai 2019.

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiðir, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast umleið 300 fólk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo