Kann vera, at mínir pengar ikki gera meg eydnusaman. Men um tú ert ólukkuligur, so hjálpir tað at eiga nógvar pengar
- Simon Spies
Tekstlýsingar

Mynd: JN.FO

Søkt verður eftir maskinførara/handverkara at byrja sum skjótast.

Arbeiðsuppgávur:
• At koyra gravimaskinur eftir tørvi.
• At koyra lastbil eftir tørvi.
• Viðlíkahald og reinhald av maskinum og bilum.
• Kavagrevstur og salting.
• Aðrar arbeiðsuppgávur eftir tørvi.

Vit vænta av tær at tú:
• Dugir at koyra gravimaskinur.
• Hevur góð samstarvsevnir og kanst arbeiða sjálvstøðugt.
• Hevur gott handalag.
• Dugir væl at loysa uppgávur.
• Ert røsk/raskur, ábyrgdarfull/ur, nærløgd/nærlagdur og røkin.

Umsøkjarar við handverkaraútbúgving ella líknandi royndum kunnu hava ein fyrimun. Tað er ein treyt at tann, ið sett/ur verður, hevur koyrikoyrt.

Setanartreytir:
• Talan er um eitt fulltíðarstarv.
• Setanarviðurskiftini verða sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.
• Starvið er tímalønt. Lønin verður sambært galdandi sáttmála.
• Tann, ið sett/ur verður, skal tola broytingar í starvinum.

Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu verða Vága kommunu í hendi innan mánadagin tann 28. januar 2019 kl. 0900 og skulu sendast til:

Vága kommunu
Hammershaimbsvegi 1
FO-360 Sandavági
vaga@vaga.fo

Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Havna- og vegaumsjónarmannin Heðin Samuelsen á tlf. 794470 ella til umsitingina Georg Hansen tlf. 794403.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo