Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela
Útlendis ítróttur

José Mourinho hevur goldið knappar 300 milliónir fyri hann, men higartil hevur Henrikh Mkhitaryan ikki fingið nógva leiktíð, men nú klárar United seg ikki uttan armenan.

Í dystinum í dag móti Tottenham, skoraði Mkhitaryan einasta málið í dystinum, men United hevði møguleikan at skora fleiri mál.

Mkhitaryan fekk sína fyrstu byrjan á liðnum í dag, og tað er mangt sum bendur á, at hann er maðurin sum fær bjargað United hesa sesongina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo