Mangt togið slitnar av tí, at tað er ov stutt
- úr Børkuvísum
Tónleikur

Leygardagin 11. august kl. 11.30 fara Kenneth Jones og Birgitte Schnakenburg at spæla til matiné í Havnar kirkju.

Kenneth Jones er trompetleikari. Hann starvast á musikkskúlum kring landið og er væl kendur í føroyska hornorkesturheiminum. Upprunaliga er hann úr Wales, men hevur nú í nógv ár búð og arbeitt í Føroyum.

Birgitte Schnakenburg spælir klaver og arbeiðir í Tórshavnar musikkskúla, har hon bæði undirvísir í klaver og hevur fylgisspælið, tá ið næmingar, sum spæla onnur ljóðføri, hava tørv á fylgisspæli. Birgitte er upprunaliga donsk og hevur eisini í nógv ár búð í Føroyum.

Kenneth og Birgitte hava spælt saman í fleiri ár og havt nógvar konsertir saman. Tey hava eisini givið út fløgu við tónleiki fyri trompet og klaver. 

Leygardagin fara tey at spæla tónleik av Kenneth Jones og Pauli í Sandagerdi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo