Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Krutl

Maurizio Zanfanti (63) var kendur í Rimini fyri at hava kynsligt samband við 200 turistar hvørt summar og var kendur sum "náttarinnar legenda".

Summarið er nú av í baðibýnum, og mikudagin í vikuni, var tíðin so komin hjá størsta elskara í býnum og kanska í øllum Italia.

Sambært æruverda The Times (krevur innlogging) doyði tann 63 ára gamli meðan hann hevði kynsligt samband í einum bili við eini nógv yngri kvinnu, hon var 23 ára gomul og turistur.

Kvinnan ringdi eftir sjúkrabili tá ið hann kom í andaneyð, men hann stóð ikki at bjarga. Zanfanti doyði av blóðtøppi í hjartanum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo