Eg ræðist sengur. Fleiri fólk doyggja í teimum enn nakra aðrastaðni
- W. C. Fields
Lesarin skrivar

Sá í Vikublaðnum í dag, 16. juli, at kamufleraðu marxistarnir, sum hava klipt sær og í dag krógva seg á ovastu rók í kontórshavn, vilja royndarkoyra eina herferð í Føroyum, sum teir kalla nakað so sum “Ímóti haturstalu”. Og so vilja teir enná draga politiið uppí. Sum ein, ið væl fylgir við sonnu tíðindunum á “alternative media”, má eg ávara mínar landsmenn um, hvagar hatta leiðir: Til at tað skal verða ólógligt at meina og siga tað, sum maktsjúka yvirvaldið (ES) ikki dámar. Hatta er liður í eini globalistiskari TOTALITERARI agenda, fyri til síðst at fáa allar røddir at tagna, sum í dag tala ímóti teirra andstyggiligu sodomitisku lógarsmíðum, sum teir vilja trýsta ígjøgnum út um allan heim.

Lat meg siga sum er, at eg, sum ein talari av Guðs orði, fari ikki at lýða tykkara mannaboðum, tá ið tey ganga ímóti Guðs boðum. Guðs orð sigur greitt, enntá í Nýggja Testamenti, at tey, sum liva í sodomusyndini, arva ikki kongadømi Guðs (sí I. Corinthbræv 6:9 FKJ). Vit, sum enn eru í ordan í landinum (aftaná intensu media-inndoktrineringina síðstu 6 árini), koma aldri at boyggja okkum fyri lógum, sum ganga ímóti Guðs orði. Okkara sanni kærleiki fyri villleiddum sálum noyðir okkum til áhaldandi at siga allan sannleikan um allar lutir, serliga teir, sum eru aktuellir í samfelagnum. Sært tú, at tiga fyri fólki um vandar er ikki kærleiki, — nei, tað hevði verið hatur!. Ótespiligir sannleikar kunnu ljóða sum hatur, men koma í veruleikanum frá einum hjarta og munni, sum í roynd og veru elskar menniskju. Sært tú, absoluttur, ævigur sannleiki finst, —bara í Guðs æviga, heilaga orði; og eftir tí verða vit dømd á evsta degi, høgur sum lágur.

Ápostlarnir vórðu settir fastir fyri at prædika Guðs orð, men so skjótt teir vóru latnir leysir aftur, fóru teir so beint at prædika aftur. Spurdir av yvirvøldunum um hví, søgdu teir at teir áttu heldur at óttast Guð, enn menn. Og soleiðis er tað enn í dag, at vit, sum fylgja Heilagu Bíbliuni, gera ongum manni mein, vit bara tala sannleikan, tí vit elska menniskju. Sannleikin skaðar ongan, tvørturímóti, —sannleikin ger menniskju frí, veruliga frí. Nakrar bloytur, sum boyggja okkum undir globalistiskt anti-christiligt tyranni, tað eru vit sann-Christnu ikki, ongantíð, hvørki undir Çæsari í fyrstu øld, eiheldur undir ES og sniðfundiga pontifexinum í 21 øld.

Tað kemur eingin nálaklødd marxistisk nissa at taka talufrælsið frá mær, hvørki í dag ella í morgin. Ikki eingong við vápnaðum politisti. Settur fastur fyri at tala Guðs orðs sannleika, hevði eg verið í góðum felagskapi saman við Jeremiah, Jóhannesi Doyparanum, Pæturi, Paulusi, og Jesusi. So eg tali sannleikan beint fram ótvigið, og tað mugu tit so bara hoyra, og venda um, meðan tíð enn er.

Tað tvingar eingin meg til at meina, ella ikki meina, nakaðsumhelst! Deyðiligir menn kunnu meina mítt likam, men mína sál nerta tit ikki; og meiningsfrælsi og talufrælsi eigi eg í míni sál. So royna menn at tippa meg, so hoyra teir bara eitt enn harðari skrál; fyri uttan, so væl sum fyri innan rima.

Eg vil álvarsamligani heita á mínar landsmenn um, at fáa fingurin út úr nøsini, vakna, og berjast fyri og verja okkara Guð-givnu rættindir, meðan vit enn hava tey: talufrælsi; skrivifrælsi; hjúnabandið; at vit—ikki staturin—eiga okkara børn; at vit—ikki staturin—eiga fullan rætt til at geva okkara børnum ta lívsáskoðan, sum vit vilja; osv. osv.

Vakna, reis teg, og statt.
Eg verði ikki teptur. Ver eiheldur tú.

Hav ein álvarsaman, sjálvrannsakandi dag;)

Sjúrður-FKJ-Højgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo