Tað eru tveir marknasteinar í tilveruni hjá víðskygda journalistinum. Tá ið hann varnast, at eingin er áhugaður í sannleikanum. Og tá ið hann verður vísur í, at eingin er áhugaður í sannleikanum
- Høgni Mohr
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Í vár var full semja millum MEGD, avvarðandi limafeløg og Almannamálaráðið um, at byggjast skuldi Sambýli til fólk við menningartarni á Mýruni í Hoyvík og Depil til børn og ung við autismu á Argjum.

Vit vóru eisini saman og valdu best egnaðu grundstykkini til endamálið og hildu, at nú fóru hesar verkætlanir skjótt at gerast veruleiki.

Tó sæst hetta ikki aftur í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019. Her er játtanin munandi lægri enn væntað. Peningur er settur av til aðrar verkætlanir, sum kann gera, at bústaðir til fólk við avbjóðingum møguliga verða útsettir í fleiri ár.

Hvat hugsar landsstýriskvinnan í almannamálum at gera við hetta? Tí orsakað av hesum kann hugsast, at verkætlaninar draga út.

Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo