Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Meginfelag Útróðrarmanna fer hervið at koma við eini eftirlýsing.

13. des. 2016 sendi felagið landsstýrismálanevndini eina klagu viðvíkjandi mátanum, sum fiskimálaráðharrin ásetti fiskidagar fyri árið fiskiárið 2016/17.

Nú vit skriva 4. juli 2017, t.e. slakar sjey mánaðir seinni, er framvegis eingin avgerð tikin í málinum.

Tað tykist løgið, nú Løgtingið fer til hús og bert tríggjar vikur eru til Tingið skal áseta nýggjar fiskidagar fyri 2017/18, at eingin niðurstøða fyriliggur í oman fyri nevndu klagu.

Uppaftur løgnari tykist tað, at tað skal vera skjótari at seta eina nýggja, kollveltandi fiskivinnuskipan í verk enn at koma við eini niðurstøðu í einari umsitingarligari klagu.

Til seinast hesin spurningur: Kunnu vit vænta svar uppá klaguna, áðrenn uppskotið um fiskidagar fyri 2017/18 liggur á tingborði.

Meginfelag úróðrarmanna
Absalon í Buð
formaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo