Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

Almannamálaráðið hevur tikið stig til at orða eina verkætlan, sum verður nevnd “Megna títt lív”.

Henda verkætlan miðar eftir at skipa tvørgeiralig tilboð til ung, sum hava serliga stórar avbjóðingar, og sum verandi skipanir ikki megna at hjálpa.

Gongdin seinnu árini hevur verið tann, at tað eru skipað fleiri tilboð til børn og ung í Føroyum. Almannaverkið hevur skipað fleiri bú- og viðgerðartilboð til ung, sum hava tørv á tí. Eisini hevur Mentamálaráðið skipað serlig skúlatilboð kring landið, umframt, at Serligt Skipað Miðnám er stovnsett fyri at lofta næmingum, sum ikki megna vanliga skúlagongd á jøvnum føti við onnur børn og ung.

Hóast nógvar batar, kann arbeiðsbólkurin, sum landsstýriskvinnan hevur sett at orða verkætlanina “Megna títt lív” staðfesta, at tað framvegis eru ung, sum ikki verða loftað av verandi skipanum. Tí mælir bólkurin til, at eitt serligt átak verður gjørt fyri hesi – lutfalsliga fáu – ungu, sum hava ein heilt serligan tørv.

Í hesum haldi eg, at tað hevði verið áhugavert at umhugsað, um verkætlanin “Megna títt lív” eisini kundi fevnt um tilboð umborð á skúlaskipi, har dentur kann leggjast á, at tey ungu ogna sær vinnuligar førleikar og týdningarmiklar sosialar relatiónir. Hetta kundi verið við til at skapað fastar og mennandi karmar kring tilveruna hjá einum parti av ungdómi okkara, sum hevur serligar og samansettar avbjóðingar.

Helena Dam á Neystabø

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo