Mótburður avdúkar tey, sum ikki eru tíni sonnu vinfólk
- Aristoteles
local.fo

News in English

Vinna

Bruttovinningurin er vaksin stútt og støðugt øll árini síðani 2012. Men í fjør gjørdi hann eitt ordans skarvslop og endaði á fyrsta sinni á einum tvísiffraðum milliónatali. Bruttovinningurin vaks í fjør til 12,1 mió kr úr 8,5 mió kr árið fyri.

Botnlinjan fylgdi við. Hon vaks úr trimum milliónum krónum í 2016 til 5,2 mió kr í fjør, eftir at 1,15 mió kr vóru bókaðar til partafelagsskatt. Úrslitið er munin betri enn miðal fyri seinastu 14 árini (2017 íroknað), tí tað talið er 1,3 mió kr.

Fíggjarstøðan hjá Sandavágs Timburhandli javnvigar við sløkum 35 mió kr, eginognin er 15,4 mió kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo