Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Nú hevur Gallup Føroyar gjørt tvær meiningakanningar ið vísa júst tað øvugta. Tað er áleið ½ ár ímillum at kanningarnar eru gjørdar. Fyrsta kanningin viðgjørdi aktuella spurningin viðvíkjandi flóttafólki, meðan kanningin ið Amnesty International (AI) hevur umbiðið, setti meira breiðar og óítøkiligar spurningar.

Tað er eingin loyna at AI arbeiður hart fyri at fáa flóttafólk til FO. Og er hetta allarhelst orsøkin til at tey koma við einari tílíkari kanning, hvørt úrslit tey kunnu snæra til sín fyrimun.

Hyggja vit at úrslitunum, so sigur fyrra kanningin, at 28,5% føroyingum eru fyri at taka muslimsk flóttafólk til Føroyar, meðan 58,2% eru ímóti at taka muslimsk flóttafólk til Føroyar – altso meira enn tvífalt so nógv eru ímóti enn fyri at taka muslimsk flóttafólk til Føroyar. Seinna kanningin vísir at 80% av føroyingum eru nú brádliga fyri at taka flóttafólk til Føroyar.

Eg kenni einki land, hvørt fólk so brádliga broytur so kraftiga meining. Uttan so at onkur stórhending er farin fram. Hetta er als ikki hent í Føroyum í flóttaspurninginum hetta tíðarskeið.

Tilvitað viðger kanningin sum AI hevur umbiðið, als ikki spurningin um religión – evni sum upptekur føroyingar mest hvat viðvíkir flóttafólki.

Eg síggi kanningina sum AI hevur umbiðið sum manipulatión frá fyrsta spurningi:

1. Hvussu samdur ella ósamdur ert tú í, at fólk eiga at kunna leita sær friðskjól í øðrum londum fyri at sleppa undan kríggi og forfylging?

Ein grundleggjandi menniskjarættur. Men hesin spurningurin er settur fyri at mýkja tann ið skal svara spurninginum – so viðkomandi svarar “rætt” tá seinasti spurningur skal svarast. Fyrsti spurningurin er mest settur fyri at staðfesta nakað fyri svararanum, heldur enn at fáa svar upp ein spurning.

Fara vit aftur til fyrstu kanningina, so var fyrsti spurningur: Skulu Føroyar taka ímóti flóttafólkum? Altso eingin spurningur áðrenn sum skulu fáa tankarnir hjá svararanum fluttar yvir ímóti einum “Ja”. Og heldur ikki ímóti einum “Nei” sum allarhelst vildi gjørt at meira enn 58,2% søgdu nei.

Sama slag av manupulatión ger seg galdandi fyri næsta spurning:

2.  Hvussu samd/ur ella ósamd/ur ert tú í, at Landsstýrið átti at gjørt meira fyri at hjálpa flóttafólkum, sum flýggja undan kríggi og forfylging?

Vit vita øll at Landsstýrið gevur alt ov lítið til hjálpararbeiði. Hartil eru svarmøguleikarnir:  

- Ósamd/ur
- Partvís ósamd/ur
- Partvís samd/ur
- Samd/ur

Eitt flóttafólk er ikki bara eitt flóttafólk. Eg trúgvi at teir flestu føroyingarnir hava einki ímóti at taka ímóti kristnum flóttafólkum. Men sum ráki er í Europa, so gerast fólk alsamt stórri mótstandarir av at taka ímóti muslimskum flóttafólki. Kanningin ið AI hevur umbiði hevur valt ikki at skilja ímillum kristin og muslimsk flóttafólk.

Lat meg taka eitt dømi: Ein fruktskál stendur frammanfyri mær. Har er ein sitrón og ein banan í. Mær dámar banan, men ikki sitrón. Eg fái spurningin um mær dámar tað ið er í fruktskálini. Og eg fái somu svarmøguleikar sum eru í kanningini ið AI hevur umbiðið. Ja eg kundi faktist svara uppá øll alternativini: Ja, tí mær dámar banan. Nei, tí mær ikki dámar sitrón. Og sjálvandi eisini partvís samdur ella ósamdur.

Alternativini eru sett soleiðis upp fyri at nógv tann størsti parturin av fólkunum ið verða spurd ongantíð skulu hava svarað nei áðrenn tey skulu svara uppá seinasta spurning. Hetta er manipulatión.

So kemur seinasti spurningur, og tann ið verður spurdur fær heldur ikki hesuferð at vita hvat hann skal svara uppá:  

3. Hvussu nær hevði tú persónliga viljað tikið ímóti fólkum, sum flýggja undan kríggi og forfylging? Hevði tú latið tey búð …?

Legg merki til, at hesin spurningurin eisini er leiðandi, og opnar ikki hugaheimin hjá tí ið verður spurdur fyri møguleikanum til at siga nei.

Samanumtikið kann sigast at sami stovnur hevur gjørt tvær kanningar um sama evnið. Tíðarskeiðiímillum kanningarnar og almenna/politiska kjakið, í sama tíðarskeiði, kann als ikki forklára stóra munin á úrslinum. Men tíðanbetur er ein einkul frágreiðing uppá stóra munin á úrslitunum.

Fyrra kanningin var ítøkilig, ikki manipulerandi og hevði ongan leiðandi spurning. Seinna kanningin var ógreið, manipulerandi, hevði leiðandi spurningar og sett upp soleiðis at “Ja” síðan skuldi gerast so stór sum møguligt.

Eg trúgvi at besta loysnin uppá hendan spurning er at halda eina fólkaatkvøðu; um vit skulu loyva muslimskum flóttafólkum til FO ella ikki. Fyrra kanningin setti eisini hendan spurning. Og úrsliti var klákkuklárt; áleið 2/3 av føroya fólki ynskir hetta mál út til fólkaatkvøðu um tað nakrantíð verður aktuelt.

Vinarliga
John Petersen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo