At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

VP spurdi í fyrradagin, hvørt vit eru ov frek í tí almenna rúminum - ella tá vit luttaka í kjaki á alnetinum.

Til tað hava 55% av 1105 fólkum, sum hava svarað uppá hendan spurningin, svarað, at tað eru vit.

20% hava svarað, at vit ikki eru ov frek, ella hvassorðað, meðan restin annaðhvørt hava svarað, at tey ikki leggja í ella kjakast ikki.

18% siga, at tey kjakast ikki, meðan 6% siga, at tað kann gera teimum tað sama.

VP hevði eisini eina søgu um, at nógvir danir lata vera við á luttaka í kjaki á alnetinum, tí orðalagið er vorðið ov hvast.

Í einari kanning, sum TV2 hevur gjørt, siga 61% av teimum spurdu, at tey lata vera við at luttaka í kjaki á alnetinum, tí orðalagið er vorðið ov ógvisligt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo