Skemta ikki við ein og hvønn - smáar sálir taka alt í álvara
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Skúli

Skúlablaðið: Í verandi skipan hava læraralesandi fyrst eitt hálvt ár við grundskeiði í føroyskum (1.-6. flokk) fyrsta skúlaárið. Tey, ið síðani velja føroyskt sum linjufak, hava føroyskt í eitt skúlaár afturat, meðan tey, sum ikki velja føroyskt, ikki hava føroyskt aftur.

Vár í Ólavsstovu er ph.d. adj. í móðurmálslærufrøði og er undirvísari í føroyskum á Námsvísindadeildini, har hon hevur starvast síðani 2013.

Hon er ikki nøgd við skipanina fyri tey, sum velja føroyskt, og heldur, at meira tíð átti at verið sett av til fakið.

- Føroyskt er ein stór lærugrein, og tú skalt kunna nógv sum føroysklærari.

- Eg ivist í, um tey, ið koma út sum føroysklærarar í hesari skipanini, fáa nóg góðar førleikar til at skriva føroyskt og undirvísa í skrivligum føroyskum.

- Á læraraskúlanum hava vit m.a. ikki ta tíðina, sum skal til fyri at upplæra ein góðan tekstskrivara ella viðgera ein tekst reiðiliga á rættan, didaktiskan hátt.

- Tað verður skundað ígjøgnum í starvsvenjingini, har vit royna at leggja dent á, at tey læraralesandi royna seg í skrivliga kjarnuøkinum, sigur Vár í Ólavsstovu.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo