Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand
Politikkur

Vinnunevndin: Álit í løgtingsmáli nr. 31/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017 (Strika kravið um, at keypt kvota skal veiðast í 2017 og at taka av avreiðingaravgjaldið)

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, hevur lagt málið fram tann 3. november 2017, og eftir 1. viðgerð tann 16. november 2017 er tað beint Vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 21., 24., 27.og 29. november og 4. desember 2017.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Føroya Reiðarafelag, Vørn og Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Jørgen Niclasen, Bjørn Kalsø, Jákup Mikkelsen og Jógvan Skorheim) staðfestir, at tað koma at liggja ófiskaðar kvotur eftir í ár. Høvuðsorsøkin til hetta er, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, stóran part av árinum hevur ligið oman á stórum kvotum. Árið var nærum hálvrunnið, áðrenn vinnan fekk útskrivað part av kvotunum, og tað sum verri var, at vit vóru komin um Ólavsøku, áðrenn stóru uppboðssølukvoturnar vórðu bodnar út. Hetta hevur gjørt, at vinnan stóran part av árinum hevur bíðað og er fløskuhálsur komin í.

Meirilutin tekur undir við, at heimilað verður at flyta kvotur yvirum ár. Tann skipanin eigur at gerast ein støðug skipan, sum kann brúkast hvørt ár. Hetta fyri at vinnan kann leggja til rættis, so virðið kann verða so høgt sum møguligt.

Fyri nøkrum árum síðan varð innført eitt avreiðingaravgjald á makrel og sild, um landað varð í útlandinum ella til útlendsk móttøkuskip. Millum annað av hesum avreiðingaravgjaldi eru bæði stór og smærri virkir komin í Føroyum. Nógv fleiri hendur eru komnar til verka, og útflutningsvirðið er hækkað. Landsstýrismaðurin vil nú avtaka hetta gjald, so landast kann frítt í útlandinum.

Nevndin hevur undir viðgerðini fingið upplýst, at um loyvt verður at flyta yvir um ár, er púra óneyðugt at avtaka avreiðingargjaldið. Móttøkukapasiteturin á landi, saman við loyvi at flyta yvir um ár, er ríkiligur til tær kvotur av sild og makreli, sum eftir eru.

Meirilutin heldur, at fiskivinnulóggáva eigur at eggja til so nógva meirvirking í Føroyum sum møguligt. Tí eigur avreiðingaravgjaldið ikki at takast av.

Meirilutin setir tí fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t
1. § 1 nr. 2-8 verður strikað.
2. § 2 verður orðað soleiðis: “§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.“

Viðmerkingar
Broytingin saman við fylgibroytingunum um at avtaka avreiðingaravgjaldið verða strikaðar soleiðis, at tað framvegis er eitt avreiðingaravgjald fyri 2017.

Við hesum broytingum tekur meirilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo