Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Í brotinum Kostnaðarmeting í viðmerkingini hjá Landsverki til álitið hjá arbeiðsbólkinum um Suðuroyartunnilin, sum VP hevur fingið innlit í, verður sagt, at Landsverk metur bestu loysn vera at gera tunnilin umvegis Skúgvoynna, men um valt verður ikki at fara upp har, metir Landsverk, at tunnilin kortini liggur betur norðan fyri Sandsbygd, tí so slepst undan øllum teimum avleiddu verkætlanunum í Sandoynni.

- Harafturat verður gjøgnumkoyrandi ferðslan ikki leidd ígjøgnum bygt øki á Sandi. Hetta er loysnin, ið arbeiðsbólkurin kallar loysn 3, og hon kann tí eisini samanberast við loysn 1, ið arbeiðsbólkurin mælir til, eins og loysn 0, ið Landsverk mælir til, har tunnilin fer upp í Skúgvoy.

- Í sambandi við avleiddar verkætlanir verða Sandvíkartunnilin og umfarsvegir í Sandvík og Hvalba eisini tiknir við, har metti kostnaðurin er 250 mió. krónur, umframt at verkætlanirnar á Sandoynni eru við fyri Skarvanes, har talan er um ein meirkostnað á 150 mió. krónur.

- Ein eyka trygd er at gera ein rýmingartunnil í Skúgvoynna. Hann verður mettur at liggja millum 150 og 250 mió. krónur, sigur Landsverk.

- Veruligi meirkostnaðurin við loysnini hjá Landsverki liggur sostatt á umleið 100 mió. krónur, og ikki 400 mió. krónur, ið arbeiðsbólkurin førir fram. Verður hetta samanborið við samlaða kostnaðin, kostar loysnin hjá Landsverki umleið 3% meira enn tann, sum arbeiðsbólkurin mælir til.

- Her er bert roknað við útveganarkostnaði fyri verkætlanir. Tá tílíkar loysnir verða samanbornar, eigur ein kostnyttukanning at verða gjørd, har loysnirnar eisini verða lýstar, út frá nyttuni tær geva. Her vil loysnin hjá Landsverki vera tann betra loysnin og vísir eitt betri úrslit enn tann, sum arbeiðsbólkurin mælir til. 

- Høvuðsorsøkin til hetta er, at koyrilongdin á tí loysnini er umleið 4 km styttri enn tann av Skarvanesi. Bilførarar brúka tískil minni tíð og brennievni at koyra ígjøgnum tann tunnilin. Hetta eru sparingar, ið eisini áttu at verið tiknar við.

- Ein annar partur, ið kann ávirka kostnaðin fyri tunnilin, er jarðfrøðin, har tunnilin verður gjørdur. Hetta er tíverri eisini ein spurningur, ið ikki verður viðgjørdur í álitinum hjá arbeiðsbólkinum, sjálvt um ein langur partur av tunlinum liggur í teimum ovaru basaltfláunum, ið er jarðfrøði, sum er verri egnað at gera tunlar í.

- Víst verður á royndir við Eysturoyartunlinum, ið vísa, at eingin  munur er á fláunum í Eysturoyartunlinum, men hetta er ikki alment galdandi. Tað vanliga er, at tær ovaru fláirnar eru verri at gera tunlar í. Tískil verður mælt til at halda seg burtur frá hesum fláum, har tað ber til. Loysnin, ið Landsverk mælir til, gongur nærum ikki ígjøgnum hetta jarðfrøðiliga økið, sigur Landsverk.

Les eisini:

Landsverk mælir frá at fylgja tilmælinum hjá arbeiðsbólkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo